Video: Samandráttur av dystinum millum Føroyar og Ungarn

Sverri Egholm

07.09.2016 - 00:02

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Niðanfyri sæst samandráttur av dystinum á Tórsvølli í kvøld millum Føroyar og Ungarn, sum endaði málleysur 0-0.

Hóast tað, so vóru nogvir málmøguleikar til bæði liðini og fleiri ferðir vóru føroyingarnir tætt við at tryggja sær tey trý stigini. Men tað gekk akkurát ikki.

Kringvarpið hevur lagt upptøkurnar út á netið.