Video: Seinast Føroyar møtti Rumenia

Hallur av Rana

27.03.2015 - 16:59

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fýra ferðir áður hevur føroyska landsliðið hjá monnum leikt landsdyst móti rumenska landsliðnum. Tíverri hava føroyingar ikki nógv at reypa av, tí besta úrslitið er eitt 1-0 tap á heimavølli í september 2008.

Tað er tó munandi betri enn vánaligasta úrslitið, ið var í mai 1992, tá rumenar bankaðu føroyingar av við heili 7-0. Tilsamans hava rumenar skora fimtan mál, meðan føroyingar hava skorað eitt mál í teimum fýra dystunum millum liðini.

Kringvarp Føroyar hevur verið í skjalasavninum og funnið fram brot úr seinasta dystinum millum liðini, ið var leiktur 14. oktober 2009. Føroyar taptu tann dystin 3-1.

Til ber at síggja brot úr tí dystinum, við at trýsta á her.

Úrslitini frá dystunum millum Rumenia og Føroyar:

6 mai. 1992: Rumenia - Føroyar 7-0 (5-0)
8.september 1993: Føroyar - Rumenia 0-4
10. september 2008: Føroyar - Rumenia 0-1
14.oktober 2009: Rumenia-Føroyar 3-1