(DR

Sanne Salomonsen: - Ikki meira at leggja afturat, tú skalt hava ein stól!

Sverri Egholm

02.02.2018 - 19:45

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Sigmund sang seg í kvøld víðari í X Factor við einum braki av einari framførslu í Five Chair Challenge fyri tey undir 23 ár.

- Eg havi ikki sæð nakran so djarvan staðið á hasum pallinum áður. Havi aldrin sæð nakran sum torir at gera uppá handan máta. Hatta er alt ov nógv, men spennandi og inspirerandi, segði Remee eftir framførsluna hjá Sigmundi Tróndheim.

22 ára gamli Sigmund, sum hevur føroyskan pápa, framførdi James Bond-sangin "I’m Feeling Good" hjá Michael Buble.

Men hann sang ikki bara, tí mitt í sanginum vísti hann eisini at hann dugir væl at dansa. Tað dámdu bæði áhoyrarunum og dómarunum.

- Tú syngur so væl og ert ikki bangin fyri nøkrum. Her er ikki meira at leggja afturat, tú skalt hava ein stól, segði Sanne Samuelsen, sum hevur tey ábyrgd av teimum undir 23.

Sí framførsluna omanfyri.

Øll X Factor sendingin sæst her