Video: Sigmund vísti hvar skápið skuldi standa

Sverri Egholm

09.03.2018 - 20:12

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Tað var ferð á hjá Sigmundi Tróndheim í kvøldsins X Factor sending.

Sigmund hevur áður víst sínar avbera góðu dansiførleikar, men vit tað hava vit ikki sæð nakað til síðani beinleiðis sendingarnar byrjaðu.

Men í kvøld vísti hann veruliga hvar skápið skuldi standa, tá hann framførdi “Cool for the Summer” hjá Demi Lovato.

Sanne Salomonsen var sera væl nøgd við framførsluna.

Síggj kraftmiklu framførsluna omanfyri.