Video: - Skulu útnytta teirra feilir

Sverri Egholm

13.09.2017 - 22:54

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eyðvør Klakstein hevur sína dagligu gongd í Spania, men í hesum døgum er hon í Føroyum og fyrireikar seg til landsdyst ímóti Kekkia.

- Tað er altíð stuttligt at koma heim til Føroyar at spæla landsdyst, og tað er ordiliga deiligt at vit kunnu vera samlaðar í nakrar dagar áðrenn dystin. Av tí sama blíva fyrireikingarnar nógv betri, sigur Eyðvør Klakstein í samrøðu við FSF Varpið.

Hóskvøldið klokkan 19:00 fer føroyska A-landsliðið við kvinnum á vøllin aftur. Fyrsti dystur í undankappingini til HM 2019 er á skránni, og mótstøðuliðið er Kekkia.

- Tær eru nokk eitt vet betri enn Turkaland, men eg haldi vit hava ein kjans, sigur Eyðvør við FSF Varpið.

Tað er ókeypis atgongd til kvinnulandsdystin millum Føroyar og Kekkia.