Video: - So Norðlýsið, halt teg framat, minst 100 ár afturat!

Sverri Egholm

16.04.2015 - 20:35

Tíðindi >

Norðlýsið fyllir í dag 100 ár og hava havt stórt hátíðarhald, har lokalblaðið heldur til í Klaksvík sjálvandi.

Góðan morgun Føroyar sendi beinleiðis úr Klaksvík í morgun. Har var mangt og hvat á skránni, millum annað sang Hans Hjalti Skaale ein tátt, sum Andrias Justesen hevur yrkt.


Skemtiligi teksturin sæst her: (Framførslan er niðast í greinini)

Norðingar í góðum lag
kunnu halda stóran dag
fyri okkar’ kæra blað,
sum fyllir hundrað ár í dag.
Um mangt og hvat man vera hent
síðan blaðið kom á prent,
so er tað ikki ónormalt
at verja alt, sum er lokalt,
at skriva um hvønn fótbólstkamp
og hvønn ein settan stamp.

Verið stoltir, norðingar,
vit klára allar forðingar!
Altíð kapping, sjáldan friður,
og um KÍ flytur niður,
KÍ flytur niður,
best at blaðið ikki tigir.
Venda interessuni
frá høvuðsstaðarpressuni!
At fáa heimlig ting í lag,
Sum kópakonu, sjómansdag.
Tað setir fokus kolossalt
Á tað, sum er lokalt.

Og tá um okkurt nýtt er hoyrt,
Er myndatólið altíð klárt,
Av fugli, sílum ella grind
Vit fingu manga góða mynd.
Mann tann, ið setti djúpstu spor,
Var stóri klumpurin hjá Thor.
Tá seldu teir mong bløðini,
Tí stjórin bleiv í øðini.
Ein paparazzimyndamann
Viðhvørt mann brúka kann.

Og tá Oliver koyrir bil,
So stendur fartel’fonin til.
Skundisliga sæst hann koyra,
Sum hann skriðar sær í oyra,
Skriðar sær í oyra,
So hann tíðindi kann hoyra.
Hendir seg, hann ger tað lort
Og fær eitt klipp í koyrikoyrt.
At klára deadline, tíðarpress,
Tað elvir jú til mikið stress.
Til rættlestur er sjáldan tíð,
Tað sæst væl blaðnum í.

Øvundsjúkir havnarmenn,
og fremstur Heðin Mortensen,
til Havnar vilja draga alt
til teirra, sum teir hava valt.
Vilja taka alt frá oss,
ja hvørt eitt alment arbeiðspláss,
og sjálvt várt stolta sjúkrahús,
teir næstan hava koyrt í knús.
Her Norðlýsið má verja borg
og stíga fram á torg!

Havnin er eitt stórt kontór,
har hvør ein almenn króna fór.
Fult av stjórum, direktørum,
har øll klippa hvørjum øðrum,
klippa hvørjum øðrum,
skapa null í øllum førum.
Hetta er jú ónormalt
ímóti tí, sum er lokalt.
Óheft pressa má jú til
at bøta hetta hundaskil!
So Norðlýsið, halt teg framat,
minst 100 ár afturat!


Upptøka: Góðan morgun Føroyar á Facebook