Upptøka: Tour de France

Video: Suverenur Kittel fyrstur á mál fyri fjórðu ferð

Sverri Egholm

11.07.2017 - 16:28

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Týski Marcel Kittel vann í dag suverent tíggjunda teinin í fronsku súkklukappingini Tour de France. Hetta er fjórðu ferð í ár, at hann vinnur og trettandu ferð yvirhøvur.

Sigurin hjá Kittel var so klokkuklárur, at eingin av hinum sprintarunum kláraðu at geva nakra serliga mótstøðu í endaspurtinum á tí annars 178 kolometrar langa teininum.

Í morgin verður súkklað 203 kilometrar móti Pyrineafjøllunum frá Eymet til Pau.