Video: Torført at festa kongarnar

Sverri Egholm

02.06.2017 - 19:49

Mentan >

Á øðrum degi eru Absalon Eysturoy og aðrir í gongd við at gera eina klintrileið á Trælanípuni.

Teir hava lagt ein film út í fyrr í dag, og tað hevur ikki gingið heilt eftir vild. Nú eru teir komnir niður til nokkso leyst grót og tað er torført at festa kongarnar.

Ætlanin er at klintrileiðin skal vera liðug seinnapartin í dag ella í morgin einaferð. Toymið heldur til í summarhúsinum hjá Ólavi Hátún í Bø mikudag til leygardag.

Ein filmur verður gjørdur meðan klintrileiðin verður gjørd. Tað er filmmaðurin Andreas Thaulow, sum er kendur innan hetta at kasta ljós á serligar náttúruupplivingar, sum ger filmin. Andreas er sjálvur dugnaligur klintrari. Til at gera filmin hevur Andreas David Mc Kenzie myndamann við sær.