Video: Trump og Jong-un tóku í hondina á hvør øðrum

Sverri Egholm

12.06.2018 - 01:40

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Klokkan 02 hittust amerikanski forsetin, Donald Trump og norðurkoreanski leiðarin Kim Jong-Un í Singapore. Smílið var frammi hjá teimum báðum.

Eftir ætlan skulu teir - saman við tveimum tolkum - práta í einar 45 minuttir. Klokkan 3 føroyska tíð heldur fundurin fram, men tá luttaka politikarar og diplomatar.

- Tað hava verið nógvar forðingar, og ikki lætt at koma til her til, men tað eydnaðist, segði Kim Jong-un við tíðindafólk áðrenn stóra fundin.

- Eg vænti vit fáa eitt fantastiskt samband framyvir. Tað er ein æra at vera her í dag, segði Trump áðrenn fundin.

Søguligi fundurin hevur stóran áhuga millum miðlar. Fleiri enn 3000 miðlafólk eru í Singapore og dekka søguliga hendingina.