Video: Umráðandi at hava kvinnulandslið

Sverri Egholm

04.12.2016 - 20:13

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Fyri framtíðina fyri føroyskan kvinnuhondbólt er tað umráðandi, at vit hava eitt kvinnulandslið. Tað skal vera tað ultimativa málið hjá ungdóminum.

Tað segði Andreas F. Hansen, landsliðsvenjari eftir 29-20 tapið móti Eysturríki í Høllini á Hálsi í kvøld. HM undankappingin er nú liðug á hesum sinni, og tað eydnaðist ikki føroysku kvinnunum at fáa nakað stig.