Upptøkur: Tórsfest

Video: Væleydnað fest í høvuðsstaðnum

Sverri Egholm

23.07.2017 - 22:12

Mentan > Tónleikur > Festivalar

Tórsfest var ársins fest. Tað má helst staðfestast eftir ein væleydnaðan konsertdag á Vaglinum.

Tætt pakkaða skráin gjørdi, at áhoyrararnir í øllum aldri ikki keddu seg eina løtu. Alt frá Hamradun, Poul Krebs og Michael Falch, Dave Bicker og John Martin til Seeb og Swangah.

Veðrið spælir eisini altíð ein stóran leiklut á føroysku festivalinum og eisini har, gekk tað sum tað skuldi. Púra stilt og nærum einki avfall.

Tórsfest hevur júst lagt ein sokallaðan aftermovie á netið. Síggj frálíka filmin omanfyri.

Sí eisini: Myndir: Tórsfest 2017