(Tingvarpið)

Video: Vil ikki vera tann sum koppar samgonguni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

19.04.2018 - 19:12

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Eg fari ikki at seta lívið hjá hesari samgonguni í váða, og fari ikki at leggja rygg til at vera tann, sum hevur beint fyri hesari samgonguni í síðstu løtu.

Tað segði Páll á Reynartúgvu, løgtingsformaður, fyri løtu síðani í tinginum. Samstundis boðaði hann frá, at hann tók broytingaruppskotið hjá sær aftur. Eitt broytingaruppskot til pensjónsnýskipanina, sum hann legði fram fyrr í dag og slepti einari bumbu.

Broytingaruppskotið hevði við sær, at parturin um at hækka pensjónsaldurin varð tikið úr nýskipanini. Men eftir øllum at døma er hann settur upp á pláss, og tók uppskotið aftur.