Video: Vit skuldu havt 4 stig afturat

Sverri Egholm

10.10.2017 - 00:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan dystinum ímóti Ungarn. Beint áðrenn venjingin endaði, fekk FSF Varpið orðið á Jóannes Jakobsen.

- Sæð yvir alla kappingina, so eru vit sjálvandi væl nøgdir. Men eg haldi vit skuldu havt 4 stig afturat teimum 9, sum vit hava vunnið, sigur Jóannes Jakobsen í samrøðu við FSF Varpið.

Týskvøldið klokkan 19:45 spælir føroyska landsliðið seinasta dystin í undankappingini til HM 2018. Tvær venjingar hava verið á skránni, síðani hópurin kom til Budapest sunnunáttina. Spælararnir eru væl fyri, og nú verður bara bíðað eftir dystinum.