Viðgerðin av fíggjarlógaruppskotinum heldur fram í dag

Niels Petersen

08.10.2015 - 08:02

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Fyrsta viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum, sum byrjaði í løgtinginum í gjár, heldur fram í morgun klokkan hálvgun tíggju.

Hetta skrivar Kringvarpið

Ruth Vang úr Framsókn, sum er nýggj forkvinna í fíggjarnevndini, segði í fyrstu røðu síni í gjár, at høvuðsorsøkin til vánaliga langtíðarhaldførið í búskapinum, er broytta aldursamansetingin í Føroyum, og at politikararnir higartil hava runnið undan hesum veruleikanum.

Landsstýrið fer seinni, helst fyrst í desember, at geva Fíggjarnevndini endaligt uppskot, so Fíggjarnevndin kann seta nýggju tølini í álitið um fíggjarlógaruppskotið.