Fegnir vetmenningar í Høllini á Hálsi Mynd:Jens Kr. Vang

VÍF er steypavinnari

Agnar Frederiksen

17.02.2018 - 14:58

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Tað eru 16 ár síðani seinast, men nú kunnu kvinnurnar hjá VÍF aftur kalla seg steypavinnari. VÍF vann 23-19 á Kyndli eftir hálvleiksstøðuna 13-8.

VÍF var frá byrjan av omaná, og var á odda 4-1, tá 8.minuttir vóru farnar. Kyndli vardi offensivt frá byrjan, við Marionnu G. Eystberg sum 1`ari. Til tíðir fór Kyndil eisini út at mansverja. Men skjúttarnar hjá VÍF: Liljan Djurhuus og Durita Jojic, umframt Marianna H.Jacobsen, høvdu ein góðan dag. VÍF lat ongantíð leiðsluna av álvara koma í vanda, hóast Kyndli byrjaði 2.hálvleik væl, og kom niður á - 3.

Tað var tó í verjupartinum, at VÍF av álvara vann dystin. Verjan stóð stinn, og Kristina Griksaite í málinum hevði eisini nakrar umráðandi og góðar bjargingar. Kyndil hevði ilt við at finna rútmuna, og tyktust til tíðir yvirmatchað. Fleiri feilir, fleiri brendir møguleikar í álopinum, og so gjørdust tað trupult. Anna A. Brimnes var tó eitt ljóspunkt. Hon skoraði heili 9 mál, har hon millum annað var sera trygg uppá brotsskøst.

Samanumtikið so vann VÍF uppiborið. Ein sera væl frágingin finala frá vestmannakvinnum, ið nú hava vunnið steypakappingina fýra ferðir. Áskoðarnir hjá báðum liðunum settu sannliga dám á, men tað var serliga tann guli og blái parturin í nýggja partinum í høllini, ið larmaði nógv, og sum dysturin leið gjørdist rómurin har bara størri og størri.

VÍF - Kyndil 23-19 (13-8)
Toppskjúttar

VÍF
Liljan Djurhuus 6, Marianna H. Jacobsen 6,Durita Jojic 4, Heidi Maria Akselsen 3, Agnas Olsen 2, Kathe Frederiksen 2

Kyndil: Anna A. Brimnes 10, Marianna G. Eystberg 3, Súna K. Hansen 2, Bjarta O. Johansen 1, Turð Arge 1, Birita Mortansdóttir 1, Bára K. Hansen 1