Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

VÍF framvegis við í stríðnum um finalupláss

Sverri Egholm

19.03.2017 - 17:37

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Veruligur spenningur er í bestu mansdeildini í hondbólti. VÍF og KÍF spældu avgerandi dyst í Vestmanna, har sigur var eitt krav hjá báðum liðum.

Men VÍF dróg longra stráðið og er nú veruliga við í stríðnum um FM-finalupláss. Vestmenningar vunnu dystin 27-24, og hála seg sostatt upp á 26 stig og upp á annað pláss. Eitt stig frammanfyri KÍF, sum nú er á triðja plássi. Hálvleiksstøðan var 10-8 til vestmenningar.

Úrslit í dag
VÍF - KÍF (27-24)
StÍF - Kyndil (30-30)
H71 - Neistin (30-31)


Støðan eftir dagsins dystir
1. H71 (29 stig)
2. VÍF (26 stig)
3. KÍF (25 stig)
4. Kyndil (24 stig)
5. Neistin (19 stig)
6. StÍF (14 stig)
7. Team Klaksvík (1 stig)