Víf vann tryggan sigur á KÍF í Vestmanna í kvøld.
(Mynd: Jens Kr. Vang/Savnsmynd)

VÍF kom á talvuna við sigri á KÍF

Agnar Frederiksen

27.09.2017 - 21:32

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Tað er gott hondbóltslag í Vestmanna í kvøld, eftir at VÍF vann 31-24 á KÍF.

Lagt var upp til ein spennandi dyst, og tað var eisini tætt í 1. hálvleiki. KÍF byrjaði betri, men VÍF var á odda 10-8 í hálvleikinum.

Men tíðliga í 2. hálvleiki gjørdist munurin størri, og KÍF megnaði ongantíð ordliga at skapa spenning í aftur. Tað gjørdist at enda talan um ein sigur uppá sjey mál til vestmenningar, ið nú hava tvey stig fyri tveir dystir, meðan kollfirðingar eru framvegis uttan stig.

VÍF - KÍF 31-24(12-10):

Toppskjúttar: Filip Jojic(VÍF) 10 mál, Hans Eli Sigurbjørnsson  og Jákup Trygvason(KÍF) 5 mál hvør

Uppdaterað 28/9 kl. 15.09