Kyndil fær møguleika at verja heitið sum steypavinnari leygardagin. Kyndil skal dystast við VÍF í Høllini á Hálsi.
(Mynd: Sverri Egholm)

VÍF og Kyndil í finaluni eftir sannførandi sigrar

Agnar Frederiksen

11.02.2018 - 17:05

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Oddaliðini í Hvonn-deildini eru í finaluni í Faxe Kondi - kappingini eftir stórsigrar í hálvfinalunum. VÍF og Kyndil avgjørdu so at siga alt í fyrru hálvfinalunum.

Í gjárkvøldið vann Kyndil 33-22 á H71, og harvið vunnu kyndilskvinnur við 22 málum tilsamans. 

VÍF vann við heili 10 málum í Vági mikukvøldið, og tískil høvdu vágskvinnur tunga mótbrekku í Vestmanna í dag. VB leikti ein góðan fyrra hálvleik, og var á odda 15-11, tá liðini fóru at hvíla seg. VB fekk tó ikki heinta meira inn, og VÍF setti tingini uppá pláss. Vestmannakvinnur vunnu 25-23. Agnas Olsen, ið eisini gjørdist toppskjútti í Vági, gekk aftur í dag á odda við heili 12 málum.

Tað er sostatt lagt upp til eina sera spennandi finalu komandi leygardagin. Tað er bert eitt stig, ið skilur liðini í landskappingini, og Kyndil er einasta liðið, ið hevur vunnið á VÍF í ár.

Kyndil vann steypakappingina í fjør. VÍF hevur ikki vunnið steypið síðani 2002.