Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
VÍF vann í kvøld 33-26 á Kyndli í Vestmanna. Seinast teir grønu úr Havn vóru á vitjan í høllini í Vestmanna, spældu teir seg í steypafinaluna. Men hesaferð vórðu teir sendir suður aftur við ongum.
VÍF bygdi sær skjótt eina leiðslu upp, og tað mesta av 1.hálvleiki lá munurin um trý-fýra mál. Í hálvleikinum var heimaliðið á odda 17-14.
Kyndil byrjaði sera væl í 2.hálvleiki, og legði seg millum annað á odda 21-20. Men so tók VÍF yvir aftur. Tað var tó rættliga javnt til tíggju minuttir vóru eftir. Tá var bert eitt mál á muni, men seinastu tíggju minuttirnir endaðu 7-1 til heimaliðið, ið harvið tryggjaði sær tvey stig.
Hjá VÍF gjørdist vongurin Sjúrður Olsen toppskjúti við heili ellivu málum. Filip Jojic fekk sum vanligt nógv mál. Í kvøld skjeyt serbin níggju mál. Hjá Kyndli var tað Bartal Klein Olsen, ið gekk á odda við átta málum.
Úrslitið í kvøld hevur við sær, at VÍF kemur undir liðina á Kyndli á triðja plássi. Bæði liðini hava 22 stig, og vestmenningar hava eisini leikt ein dyst minni. Liðini hittast aftur týskvøldið í Høllini á Hálsi.
VÍF - Kyndil 33-26(17-14)
Toppskjúttar: Sjúrður Olsen 11, Bartal K. Olsen 8