Filip Jojic skoraði í kvøld 7 mál ímóti sínum gamla felagið. Hann er nú komin uppum 100 mál í hesum kappingarárið, og er toppskjútti í deildini.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

VÍF setti Team Klaksvík uppá pláss




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

13.12.2017 - 22:14

>

Tað var greiður munur á liðunum í Badmintonhøllini í Klaksvík í kvøld, tá VÍF var á vitjan. Vestmenningar vunnu 36-27, og koma harvið uppá liðuna Team Klaksvík og nærkast liðunum á finaluplássunum eitt sindur. VÍF hevur eisini ein dyst færri enn Kyndil, og tveir dystir færri enn øll hini liðini.

Hóast heimaliðið skoraði fyrsta málið, so var VÍF skjótt omaná. Miðskeiðis í hálvleikinum var 6-11, og næstu smáu minuttirnar skoraði Team Klaksvík bert eitt mál, og munurin var komin uppá 10 mál. Í hálvleikinum var støðan 20-10 til útiliðið. Uppskriftin hjá VÍF var skjótt álopsspæl, ein Filip Jojic ið var stórskjótandi frá byrjan og ikki minst høgt og aggresivt verjuspæli, ið gjørdi tað sera trupult fyri Team Klaksvík.

Heimaliðið kom væl ut til 2. hálvleik, og munurin kom skjótt niður á 7 mál, men so komu vestmenningar í gongd aftur. Dysturin fór eitt sindur í tómgongd, og tað var ongantíð nakar ivi um vinnaran. Fyriuttan Filip Jojic vóru tað nógvir á VÍF-liðnum, ið tóku ábyrgd og leiktu sera væl. Tað endaði við einum níggju-máls sigri.

Team Klaksvík -VÍF 27-36(9-20)

Toppskjúttar: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen(TK) 9 mál , Filip Jojic og Julian Olsen(VÍF) 7 mál 

Seinasta umfar undan steðginum verður leygardagin. Komandi dystirnir og støðan í deildini kann síggjast her:     

http://hsf.helmsdal.fo/vis_deild.asp?deild=IM