Kvinnurnar hjá VÍF kundu fegnast í Vági í kvøld
(Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

VÍF vann greitt í Vági

Agnar Frederiksen

07.02.2018 - 21:35

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Vestmannakvinnur kunnu fara aftur um Suðuroyðarfjørð við einari tryggari leiðslu undan seinnu hálvfinaluni. VÍF vann tíggju-máls sigur eftir 7-15 leiðslu í hálvleikinum í VB-høllini í kvøld.

VÍF kom sera væl frá byrjan, og kom skjótt uppá 4-0. Heimaliðið hevði trupult við at fylgja við. Tað vórðu ikki nógv mál skoraði ímóti VÍF, og oddaliðið í Hvonn-deildini var omaná allan vegin í Vági.

VB megnaði ikki at minka um munin í 2.hálvleiki, og harvið gera fyritreytirnar til seinna dystin betri. VÍF fekk munin uppá 10 mál, og hevur nú væl og virðiliga annað beinið í finaluni.

Kyndil vann við 12 málum í Hoyvík fyrr í kvøld, og tískil sær tað út sum, at talan verður um finaluna, ið tey flestu sóu fyri sær undan hálvfinalunum: Eina finalu millum Kyndil og VÍF.

Seinna hálvfinalan verður leikt í Vestmanna sunnudagin.

Fyrru hálvfinalurnar hjá kvinnum í Faxe Kondi kappingini:

H71 - Kyndil
: 19-32(8-17)

Toppskjúttar: Maria H. Weyhe(H71) 12, Turið Arge Samuelsen(Kyndil) 10


VB - VÍF: 18-28(7-15)

Toppkjúttar: Agnes Fallesen(VB) 7, Agnas Olsen(VÍF) 10




beint nú