Vika sex: Varpa ljós á álvarsligan trupulleika



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

21.01.2018 - 14:00

Tíðindi > Lívsstíls- & brúkaraevni > Kyns- og samlívsspurningar

Í viku 6 skipa Sig frá, Fólkaheilsuráðið, Apoteksverkið, Politiið í Føroyum, Amnesty International og Gigni fyri tiltakinum Vika sex.

Vika sex varpar ljós á ein vaksandi trupulleika. Evnið er "Mynd krevur samtykki", tí tað er ein sannroynd, at ung og fólk yvirhøvur ferðast nógv í digitala heiminum, og tiskil er kunnleikin um kropp, mørk og kyn eins viðkomandi her sum í øðrum rúmum, vit ferðast í, stendur á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum.

Í fjør varð skipað fyri tiltakinum fyri framhaldsdeildum í Havn, og í ár hava tey avgjørt at fara út til allar miðnámsskúlar í landinum. Tríggir fyrilestrar verða, har ein fólkalívsfrøðingur fer at tosa um, hvat samtykki er, ein politistur fer at tosa um, hvat lógin sigur um evnið, og ein sálarfrøðingur fer at tosa um, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera.

Elin Winther Poulsen, sum starvast sum samskipari hjá Almannaráðnum, sigur, at eins og aðrastaðni, ferðast ung í Føroyum á netinum. Nógv fer út á alnótina, og tað er ein stórur trupulleiki við myndum og filmum, og hetta er sera álvarsligt, tí tað fer runt um alla verðina og kann ikki steðgast.

Vit mugu ásanna, at hetta er ein vaksandi trupulleiki. Hetta er ótrúliga ræðandi, og tí vilja vit varpa ljós á tað, sigur hon.

Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri Vika sex, og Elin Winther Poulsen sigur, at hetta helst verður eitt afturvendandi tiltak.