(Mynd: torshavn.fo)

Víkingabrúdleyp á ráðhúsinum í Havn

torshavn.fo

27.07.2015 - 20:45

Tíðindi >

Karl Viktor Fix og Sandra Lee Beug úr Canada eru ikki sum fólk flest. Tey hava ferðast í yvir 100 londum saman og eru nú gift og vælsignað í tilsamans 10 londum.

Karl læs eina avis ein dagin, har ein yvirskrift undir ítróttinum staðfesti, at Føroyar høvdu vunnið á Grikkalandi í landsdysti. Hetta mátti vera ein misskiljing, helt hann, tí hann helt seg minnast, at fyri ikki so mongum árum síðan vóru grikkar heimsins bestu. Og Føroyar hevði hann aldri hoyrt um.

Men tá hann so hevði sett seg inn í málið, varð avgerðin samstundis tikin - tey skuldu til Føroyar at giftast, einaferð aftrat. Og hesaferð uppá víkingamanér! Á ólavsøku!

Karl og Sandra settu seg í samband við 62*N Incoming, sum hjálpti teimum við øllum tí praktiska, innvist, mati og sjálvum brúdleypinum.

Og í kvøld vórðu tey við føroyskum vitnum gift fyri 10. ferð av Heðini Mortensen, borgarstjóra, klædd í víkingabúnar, sum tey høvdu lænt frá Onnu Louisu Joensen.