Í fjør dystaðust Hanus Jacobsen og Víkingur við FH úr Íslandi í 2.undanumfarinum. Spurningurin er, um Víkingur aftur kemur hartil í ár. (Mynd: Jens Kr.Vagn)

Víkingur fekk dreymalutakastið

Agnar Frederiksen

19.06.2018 - 10:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Lutakastið til fyrsta undanumfarið í Champions League hevur júst verið. Víkingur var í pottinum, og kundi møta fimm ymiskum liðum:

Ludogorets Razgrad (BUL)
Legia Warszawa (POL)
Malmö (SWE)
Rosenborg (NOR)
HJK Helsinki (FIN)

Av hesum liðunum var Ludogorets ræðumótstandarin Liðið úr Bulgaria hevur millum annað luttikið í Champions League bólkaspælinum. Venjarin hjá Víkingi, Sigfríður Clementsen, segði við bolt.fo í gjár, at hann ynksti at Vìkingur tekti finska meistaraliðið. Og hetta hendi fyi løtu síðani í Nyon í Sves, tá Víkingur og HJK Helsinki vórðu paraði.

Í 2013 sló Vìkingur, við Sigfríði Clementsen á odda, finska Inter Turku út í Evropa League. Víkingur hevur góð útslit í evropeiskum fótbólti seinastu árini; í fjør kom Vìkingur víðari í fyrstu royndini í Champions League ímóti Trepka 89 úr Kosovo, og var sera nær við at vinna á FH og koma víðari til triðja undanumfar. Nú hevur liðið úr Eyturkommunu ein nýggjan møguleika.

Fyrri dysturin verður leiktur í finska høvuðsstaðnum Helsinki 10. ella 11. juli. Víkingur hevur heimavøll 18 ella 19.juli.

Klokkan 13.00 er lutakast um, hvussu liðini hittast í næsta undanumfarið.