Í fyrsta umfari vann Víkingur 2-1 á Trepka á Tórsvølli. Nú vil felagsliðið fáa eitt uppaftur størri upplivilsi.


Víkingur - FH á Tórsvølli týskvøldið

Agnar Frederiksen

16.07.2017 - 14:41

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Týskvøldið kl.19.00 verður brakið á Tórsvølli millum føroysku og íslendsku meistararnar. Seinni dysturin í øðrum undanumfari í Champions League fer allarhelst at gerast sera spennandi. Eftir 1-1 á Hafnafjørðinum mikukvøldið er alt opið undan hesum dystinum. 

Víkingur hevur møguleikan at skriva føroyka fótbóltsøgu enn einaferð. Um liðið kemur víðari, er talan um fyrsta føroyska liðið, ið skal luttaka í triðja undanumfari í heimsins størstu kapping fyri feløg.

Áhugin fyri dystinum í Føroyum er stórur. Atgongumerki kunnu keypast her: http://fsf.atgongumerki.fo/info?eventId=417188 
Prísurin er 100 kr. Fyri 16 ár og yngri er tað ókeypis.

Víkingur leggur nú seinastu hond á fyrireikingarnar. Í morgin hevur liðið sína seinastu venjing undan dystinum. Víkingur venur í Sarpugerði. FH hevur eisini venjing í annakvøld. Liðið venur kl.19.00 á Tórsvølli.

Vit koma at hava meira upptakt her á síðuni undan dystinum, og koma sjálvandi at fylgja dystinum týskvøldið.