Víkingur og Adrian Cascaval hava gjørt eitt-ára sáttmála. Verjuleikarin skal koma at styrkja liðið hjá føroyameistaranum.


(Mynd: vikingur.fo)

Víkingur fingið styrk til verjupartin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

06.03.2018 - 22:33

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Víkingur kunnger í kvøld, at avtala er gjørd við ein nýggjan verjuleikara.

Heimasíðan hjá felagnum skrivar, at Adrian Cașcaval hevur skriva undir eitt ára sáttmála. Adrian er 30 ára gamal, og hann kemur úr Moldova.

Á heimasíðuni hjá Víkingi stendur, at Adrian hevur spælt við Naxxar Lions á Malta seinasta árið, og at hann hevur leikt 9 landsdystir fyri Moldova.

Hetta er ein kærkomin styrkur fyri føroyameistaran, tí fyri nøkrum døgum síðani varð greitt, at nigerianski verjuspælarin, Rasheed Alabi, sum felagið gjørdi sáttmála við í januar, ikki fær ikki arbeiðs- og uppihaldsloyvið. Tískil er ein nýggj loysn nú funnin.

Erling Jacobsen er ikki partur av Víkinga-hópinum í løtuni, men tað er møguligt at miðverjin, ið hevur spælt fast seinastu mongu árini, kemur at spæla ein leiklut. Stinni høgri bakkurin, Gert Hansen, er nú partur av venjaratoyminum, og spælir allarhelst ikki aftur  á hægstað støðið vegna trupuleikar við knænum.

Víkingur vann leygarkvøldi stórsteypadystin ímóti NSÍ á Tórsvølli eftir brotssparkskapping. Fyrsti dysturin hjá tvífalda føroyameistaranum í Betri-deildini verður sunnudagin í Sarpugerði, tá Skála er á vitjan.