(Mynd: itromso.no)

Víkingur í samráðingum við norskan leikara

Ari av Rana

28.12.2017 - 18:48

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tobias Nygård Vibe, sum dagliga spælir við Tromsø, er í samráðingum um at spæla við Víkingi komandi kappingarár.

Tobias Nygård Vibe fortelur, at venjarin hjá Víkingi, Maurice Ross, ringid til hann jólaaftan, við einum boðið um at gerast yrkisleikari.

- Eg havi fingið eitt tilboð, og eri ikki langt frá at verða nøgdur. Eg havi givið eitt mótboð, og vit royna at finna semju. Eg havi eitt krav, sum er sera týdningarmikið, sigur Tobias við iTromsø.

Serliga er tað smávegis broytingar í lønini, nakrir eyka flogferðaseðlar og bústaður, sum semja skal finnast um.

Víkingur vann á núverandi felagnum hjá Tobiasi, TIL, í UEFA Europa League undankappingini í 2014. Tá spældi liðini javnleik í Føroyum, áðrenn Víkingur vann 0-2 í Norra.

Tobias Nygård Vibe væntar, at talan verður um ein eitt ára sáttmála.