Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Víkingur longt við Andreas Lava Olsen

Sverri Egholm

31.12.2017 - 13:27

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

30 ára gamli Andreas Lava Olsen hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Víking.

Andreas er ein av teiumum royndu leikarum. Hann hevur leikt 125 dystir í fremstu deildini og 11 dystir Europa League, eisini hevur Andras Lava Olsen royndir uttanlanda har hann hevur leikt fyri Frem Amager.

- Víkingur fegnast um at Andreas hevur longt sáttmála við felagið og sær fram til komandi ár við honum í hópinum, verður sagt á heimasíðuni hjá felagnum.

Sámal Erik Hentze hevur tvey tey seinastu árini verið venjari hjá felagsliðnum í Gøtu og Leirvík, men komandi kappingarár verður tað skotin Maurice Ross, sum fer at taka sær av besta liðnum hjá Víkingi.