(Savnsmynd: Sverri Egholm)

Víkingur møtir BATE Borisov - um teir vinna á HJK Helsinki

Ari av Rana

19.06.2018 - 12:27

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrr í dag var lutakast um fyrsta undanumfar í ársins Champions League kapping. Víkingur eru, sum føroyameistarar, við í kappingini í ár. Í fyrsta umfari fingur teir eitt gott lutakast, tá teir vóru paraðir saman við HJK Helsinki í Finnlandi.

Meðan Víkingur fekk dreymalutakastið til undanumfarið, fingu teir marrulutakastið til fyrsta umfar. Megnar Víkingur at spæla seg víðari ímóti HJK Helsinki, møta BATE Borisov úr Hvítarusslandi.

BATE Borisov er sterkasta liðið í lutakastinum og er einasta liðið, sum kom beinleiðis inn í fyrsta umfar. Felagið hevur fimm ferðir verið við í bólkaspælinum í Champions League og luttók í bólkaspælinum í Europa League í fjør, har teir vóru í bólki saman við eitt nú Arsenal og FC Køln.

BATE Borisov hevur luttikið í evropeiskum fótbólti á hvørjum ári síðani 1999 og hava vunnið heimligu kappingina á hvørjum árið síðani 2006. Í ár liggur liðið á fremsta plássi við seks stigum niður til nummar tvey eftir tólv umfør.

Hetta er fyrstu ferð, at BATE Borisov møtir einum føroyskum liði.