Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Víkingur framvegis fimm stig á odda

Agnar Frederiksen

20.09.2017 - 19:18

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Sum vanligt tá Víkingur og KÍ hittast, so var tað inntenst, javnt og spennandi. Tað endaði við at hvørgan av liðunum skoraði, og javnleikur er avgjørt eitt úrslit, sum Vikingur kann brúka til meira.

KÍ royndi at leggja trýst á Víking beinavegin, og KÍ kom eisini til nakrar góðar møguleikar í fyrra hálvleiki, og var eisini eitt sindur omaná.

Víkingarnir arbeiddu tó hart, og vóru serliga vandamiklir uppá deyðbóltar. Í 2. hálvleiki kom Víkingur betri út, og tad var tættari uppá 1-0 til heimaliðið. Men so skifti KÍ til 3-4-3, og fekk skapt eitt vist trýst imóti endanum. Ein risamøguleiki kom burturúr, tá innskifti Ísak Simonsen legði eitt framúr innlegg til Albert Adu. Men stútarin hjá eyðsýnda áleyparanum varð sera væl bjargaður av Eliasi Rasmussen.

Víkingur kundi eisini havt skorað, men tað endaði málleyst. Víkingur er sostatt 5 stig á odda nú fýra umfør eru eftir, og stevnur ímóti annað FM-heitinum á rað.

Støðan eftir 23 umfør
1. Víkingur (49 stig)
2. B36 (44 stig)
3. KÍ (44 stig)
4. NSÍ (37 stig)
5. HB (36 stig)
6. EB/Streymur (26 stig)
7. TB/FCS/Royn (25 stig)
8. Skála (23 stig)*
9. 07 Vestur (19 stig)
10. ÍF (9 stig)*

*Ein dyst færri

*rættað og uppdatera 22.03