Víkingur skal til Kosovo

Ingi Samuelsen

19.06.2017 - 11:06

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyameistararnir úr Víkingi skulu spæla ein søguligan dyst, tá undanumfarið verður í Champions League.

Í løtuni verður kastað lut í Sveits, og Víkingur var fyrst úr pottinum, og fær heimadyst í fyrsta dysti mótiTrepça ’89 úr Kosovo, sum luttekur í hesi kappingini á fyrsta sinni.

Fyrsti dystur verður 27. ella 28. juni og umdysturin 4. ella 5. juni

Um eina løtu verður lutakast um, hvussu spælast skal í øðrum umfari.