Víkingur vendi 0-1 til 3-1 ímóti 07 Vestur, og hevur framvegis beinleiðis kós ímóti miestaraheitinum.
(Mynd: Jens Kr. Vang - savnsmynd)

Víkingur varðveitir frástøðuna eftir comeback - NSÍ so gott sum úti úr FM-stríðnum

Agnar Frederiksen

10.09.2017 - 18:05

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Fýra dystir í 21. umfari vórðu leiktir kl. 15.00 í dag. 

Í Sarpugerði vendi Víkingur hóttandi tapið til umráðandi sigur, KÍ vann greitt í Klaksvík, Skála vann sera umráðandi sigur í undirhaldandi grannauppgerð við Løkin, og B36 avgjørdi dystin heilt ímóti endnaum ímóti EB/Streymi.

07 Vestur var á vitjan í Sarpugerði, og á pappírinum var heimaliðið stórfavorittur. Men Víkingur fekk ein skelk, tá norðmaðurin Pål Fjelde legði útiliðið á odda eftir bert sjey minuttir. Víkingur sat tungt á dystinum, men hevði trupult við at fáa útjavnandi málið. Men oddaliðum líkt, so vendi dysturin til fyrimun fyri roynda Víkinga-liðið. Tá góðir tjúgu minuttir vórðu eftir javnaði Gunnar Vatnhamar, og tíggju minuttir seinni var 3-1 til Vìking. Adeshina Lawal og Sølvi Vatnhamar skoraðu hini málini. Harvið er enn fimm stig niður til nærmasta kappingarneytan, meðan 07 Vestur megnaði ikki at halda fast, og harvið fáa týdningarmikil stig í niðurflytingarstríðnum. Í øllum trimum dystunum í ár er 07 Vestur komið á odda tíðliga ímóti Vìkingi, men bert eitt stig er komið burturúr hjá vágamonnum.

KÍ vann tryggan sigur á botnliðnum ÍF í Klaksvík. KÍ sat á tí allarmesta, og 4-0 sigurin var ikki ov lítil. KÍ var á odda 2-0 í hálvleikinum, og Albert Adu økti tíggju minuttir inní 2.hálvleik. Eftir 73 minuttir fekk liðformaðurin hjá ÍF, Bogi Reinert Petersen sítt seinna gula kort, og stutt eftir hetta skoraði Jóannes Bjartalíð sítt triðja mál, og fekk harvið sítt hattrick. 4-0 til KÍ, ið sostatt framvegis eltir Víking. ÍF hevur nú 16 stig upp til niðurflytingarstrikuna. 

Við Løkin var sonn málveistla, tá NSÍ tók ímóti Skála. Tað var eitt NSÍ-lið uttan tríggjar umráðandi leikarar. Karl Løkin, Pól Jóhannes Justinuessen og Árni Frederiksberg sótu allir uttanfyri. Men hóast hetta kom NSÍ á odda beinavegin, tá Klæmint A. Olsen skoraði. Men Brian Jacobsen javnaði fáar minuttir seinni. Tíggju minuttir eftir hetta skoraði Jens Joensen til 2-1, og tá Einar Tróndartjógv stutt seinni økti ti 3-1, sá tá út sum, at NSÍ fór at fáa øll trý stigini. Men skálamenn vildu tað ørvísi. Mamuka skoraði tíggju minuttir fyri hálvleiki, og ein annar fyrrverandi NSÍ-leikari, Mihau Przybylski skoraði í ávíkavist 62. og 65.minutti, og so var 4-3. Eftir hetta legði NSÍ eitt trýst á Skála, men tað eydnaðist ikki at javna. Harvið hevur NSÍ nu níggju stig upp til Víking, nú fýra umfør eru eftir, og tað verður tí ómetaliga trupult hjá steypavinnarunum at vinna FM-heitið. Fyri Skála var sigurin sera týdningarmikil. Sjey stig eru nú niður til 07 Vestur. Í trimum dystum ímillum feløgini í ár, hevur Skála vunnið tveir, og ein er endaður javnur.

Eftir at hava stríðst við at bróta EB/Streym niður í 90 minuttir, eydnaðist tað endliga í yvirtíðini hjá B36 at skora til 1-0. EB/Streymur stóð væl ímóti, og hevði eisini sínar møguleikar í umstillingunum. Tá sá leingi út til at gerast ein skuffandi javnleikur fyri B36, men í 93.minutti skoraði Meinhard E.Olsen avgerandi málið. Við sigrinum og tapinum hjá NSÍ kemur B36 uppá triðja plássið.

HB og TB/FCS/Royn spæla í løtuni í Gundadali. Har eru tjúgu minuttir leiktir, og Rókur av Fløtum Jespersern hevur lagt heimaliðið á odda.


B36 - EB/Streymur 1-0 (0-0)
Meinhard E. Olsen 1-0

NSÍ - Skála 3-4 (3-2)
Klæmint A. Olsen 1-0
Brian Jacobsen 1-1
Jens Joensen 2-1
Einar Tróndargjógv 3-1
Mamuka Toronjadze 3-2
Michal Przbylski 3-3
Michal Przbylski 3-4

KÍ - ÍF 4-0 (2-0)
Jóannes Bjartalíð 1-0
Jóannes Bjartalíð 2-0
Albert Adu 3-0
Jóannes Bjartalíð 4-0

Víkingur - 07 Vestur 3-1(0-1)
Pål Fjelde 0-1
Gunnar Vatnhamar 1-1
Adeshina Lawal 2-1
Sølvi Vatnhamar 3-1

HB - TB/FCS/Royn (1-0 - 20.min)


Støðan efttir fyrstu fýra dystirnar í 21.umfari

1. Víkingur (45 stig)
2. KÍ (40 stig)
3. B36 (38 stig)
4. NSÍ (36 stig)
5. HB (30 stig)*
6. TB/FCS/Royn (24 stig)*
7. Skála (23 stig)
8. EB/Streymur (23 stig)
9. 07 Vestur (16 stig)
10. ÍF (9 stig)