Savnsmynd (Mynd: Livar Nysted)

Bjóðar politikarum túr í trailara gjøgnum tunlarnar norð um fjall

Ari av Rana

19.04.2018 - 14:54

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

- Lívið hjá teimum norðanfyri tunlarnar hevur einki virði.

So bersøgin er Frank Skorastein nú tað frættist, at meirilutin í rættarnevndini mælir til at løgtingið vrakar uppskotið um at framskunda tunlarnar norð um fjall.

Frank Skorastein skrivar í viðmerking til grein á portal.fo, at hann vil bjóða politikarunum í Føroyum ein túr í part gjøgnum tunlarnar í trailara.

- So skulu vit nokk síggja nakrar forskrektar politikarar, skrivar Frank Skorastein.

Frank Skorastein skrivar, at so skulu politikararnir síggja hvat tey í stórum bilum, og fólki norðanfyri, skulu ígjøgnum.

- Eg skal koyra allar politikarnar norð við tí lægra trekkjaranum, sum man kann koyra rættuliga skjótt ígjøgnum tunlarnar við, og avheinta tey aftur ið tí hægra trekkjaranum, sum man kann koyra knapt so skjótt ígjøgnum við, tí har eru bara nakrir heilt fáir cm at geva av, skrivar hann.

Frank skrivar eisini, at nú fara turistarnir at nærkast, og tá plagar at verða kaos í tunlunum.