Vil hækka aldursmarkið fyri endurnýggjan av koyrikorti



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

19.03.2017 - 12:45

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Landsstýrismaðurin i Samferðslumálum, Hendrik Old, hevur skotið upp at broyta aldursmarkið at endurnýggja koyrikortið.Við galdandi lóg skal koyrikortið endurnýggjast, tá ein er 70 ár. Hendrik Old vil hækka aldursmarkið til 75 ár.

Broytingin er partur av lógaruppskotinum um broyting í løgtingslóg um ferðslu frá 6. desember 2016. Lógaruppskotið var til fyrstu viðgerð í tinginum fríggjadagin.

Í viðmerkingum til lógaruppskotið stendur:  - Landslæknin mælir til, at aldursmarkið fyri, nær handhavi av koyrikorti til vanligan bil, skal fara ígjøgnum kravda læknakanning, í sambandi við umsókn um endurnýggjan av koyrikorti, verður hækkað frá 70 til 75 ár. 

Í Danmark hækkaðu tey aldursmarkið í 2015, og sambært landslæknanum eru heilsuviðurskiftini tey somu ella betri í Føroyum enn í londunum rundan um okkum.

Landslæknin metir, at onki talar ímóti, at tað eisini í Føroyum verður ásett eitt 75 ára aldursmark fyri endurnýggjan av koyrikorti til bólk A og B.

Landslæknin mælir somuleiðis til at strika treytina um nóg góða hoyrn til ávís akfør, har tað ikki er neyðugt at hava góða hoyrn fyri at koyra.