Vil hava meir burturúr teimum berandi vinnunum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

07.10.2013 - 10:52

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

POLITIKKUR: Tað er ikki nóg væl skipað hvat vit skulu fáa burturúr teimum berandi sjóvinnunum, fiskivinnuni og alivinnuni. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.


Í eini samrøðu við in.fo sigur hann at føroyingar eiga at leggja eina ætlan fyri hvussu meir kann fáast burturúr náttúrutilfeinginum. Hann vísir á at norðmenn hava lagt eina ætlan fyri hvat fáast skal burturúr tilfeingisvinnunum komandi 50 árini.

Johan Dahl heldur at føroyingar eisini eiga at hugsa longur fram, og at finna fram til hvat vit komandi nógvu árini eiga at seta okkum sum mál fyri tær berandi vinnurnar. Landsstýrismaðurin sigur at Vinnumálaráðið er í gongd við at gera eina ætlan fyri hvussu vinnan kann mennast yvir eitt 10-15 ára skeið.

beint nú