Tilvildarlig savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vil hava vakmyndatólini burtur áðrenn mynstring

Sverri Egholm

19.03.2018 - 21:43

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Eru loyvini ikki fingin upp á pláss í annaðkvøld, heitir ein av manningini formannin í Føroya Fiskimannafelag um at forða skipinum at sleppa til fiskiskap.

- Mortan Johannesen arbeiðir sambært fjølmiðlunum uppá at fáa loyvi upp á pláss frá Dátueftirlitinum til at hava vakmyndatól á fabrikkini. Um loyvi ikki er komið uppá pláss í annaðkvøld, eigur Enniberg ikki at sleppa í fiskiskap, uttan at vakmyndatólini á fabrikkini eru tikin niður.

- Eg fari vegna manningina at heita á formannin í Føroya Fiskimannafelagi um persónliga at møta upp á bryggjuni at tryggja tær, at eingi vakmyndatól eru.

Tað skrivar ein av manningini á Ennibergi. Hetta er sami persónur, sum í gjár sendi Føroya Fiskimannafelag, Fiskimálaráðnum og fjølmiðlunum eitt bræv, har hann gjørdi vart við vakmyndatól umborð á Ennibergi.

Sambært honum eru tey sett upp uttan at manningin er kunnað um hetta.

Manningin hevur fingið boð um at mynstra klokkan 20 í annaðkvøld.

Les eisini: Reiðarin á Ennibergi: Slík tól lætta um arbeiðsgongdina