Mynd: Jens Kr. Vang

- Vil ikki vera mintur sum tann ið niðurlagaði virksemið í Suðuroy

Redaktion

20.04.2017 - 12:57

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

Kristin Michelsen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, tekur ikki undir við nøkrum, sum kann niðurlaga virksemið í Suðuroynni.

Hetta ger hann, sambært Kringvarpi Føroya, greitt í dag í kjalarvørrinum av, at samgongan hesa vikuna hevur verið í Suðuroy og roynt at funnið eina semju fiskivinnunýskipanaruppskotinum viðvíkjandi.

Kristin Michelsen tekur á henda hátt ikki undir við fiskivinnunýskipanaruppskotinum, sum nú er.

- Suðuroyggin er í serstøðu, og eg vil ikki vera mintur sum tann, ið niðurlagaði virksemið í Suðuroynni, sigur hann í hesum sambandi, sambært Kringvarpi Føroya.

Arbeiðið at finna fram til eina semju í samgonguni um fiskivinnunýskipanaruppskotið heldur fram, nú í Havn.

Samgongulimirnir, sum í gjárkvøldið vóru eftir á Tvøroyri í royndini at finna fram til loysnina, komu ikki á mál við hesi royndini, áðrenn Smyril fór aftur til Havnar í morgun.

Sambært Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, ”er ikki talan um nakrar stórar ósemjur, men heldur um djúp ivamál” - og slík ivamál taka tíð at viðgera, sigur landsstýrismaðurin.

Enn er tó ætlanin at leggja málið fyri tingið, áðrenn farið verður í summarfrí.

Les eisini: Ongin semja á Seglhúsinum - samráðingarnar fluttar til Havnar