Mynd: Floating Fish Farming Unit

Vilja brúka gomul skip sum alibrúk



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

26.11.2017 - 21:31

Tíðindi >

Norska stjórnin hevur farnu árini lagt upp til at vøkstur í alivinnuni skal koma gjøgnum nýhugsan. Stjórnin hevur bjóða sokallaði menningarloyvir til fyritøkur sum koma við bestu uppskotunum um hvussu aligin kann mennast, framleiðslan økjast og sjálvur alihátturin gerst meir burðardyggur enn higartil.

Fyritøkurnar hava lagt fram hópin av meir og minni áhugaverdum uppskotum. Fyri viku síðani var freistin í einum umfari har søkjast kundi um loyvir sum skulu gera at betri tamarhald fast á sjúku og lús.

Fiskeridirektoratet hevur fingið 104 umsóknir um at sleppa at royna ymsar loysnir.

Ein av umsóknunum kemur frá Floating Fish Farming, ið er eitt samstarv millum Emilsen Fisk og Green Energy Fish Farming.

Floating Farming hevur søkt um tíggju loyvir at royna sína loysn, ið byggir á at brúka gomul skip sum alibrúk. Talan er um at byggja sjálvi alibrúkini umborð. Fyritøkan vísir á fleiri fyrmunir við hesum, millum annað at einki útlát er, skipini eru bygd at tola ringt veður, og tey kunnu flytast og kunnu liggja á firðum ella á opnum havi, skrivar fyritøkan í einum tíðindaskrivi.