Bill McLeod Jacobsen og Andrias Høgnason Eriksen (Mynd: FSF)

Vilja geva Bill sigur í síðsta dystinum

Ingi Samuelsen

07.10.2016 - 12:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Seinnapartin í dag spælir føroyska U21-landsliðið í fótbólti sín seinasta dyst í hesi undankappingini, og tað verður eisini seinasti dystur við Bill McLeod Jacobsen sum landsliðsvenjara.

Bill McLeod hevur verið U21-venjari, síðan hetta liðið byrjaði. Fyrst saman við Heðini Askham og seinastu tíðina saman við Eli Hentze.

Við Bill McLeod á venjarabeinkinum hevur U21-liðið fingið nógv góð úrslit. Tað besta man nokk vera, tá Føroyar vunnu á Russlandi á ovara vølli í Gundadali við einum góðum máli frá Jóan Símuni Edmundsson.

Henda undankappingin hevur ikki verið so væl eydnað. Føroyar taptu átta teir fyrstu dystirnar. Ikki fyrr enn í níggjunda dystinum, á Svangaskarði móti Aserbajan fyri góðun mánaði síðani, eydnaðist tað at fáa stig.

Og tá iðraðu føroyingarnir seg um ikki at fáa øll trý stigini, tí gestirnir javnaðu til 1-1 tá bert fáir minuttir vóru eftir at spæla eftir at Ári Mohr Johnsson hevði lagt Føroyar á odda beint fyri hálvleik.

Klokkan 15.30 í dag verður so seinasti dysturin, hesaferð móti Eysturríki, sum liggur nummar tvey í bólkinum.

Og føroyingarnir eru tendraðir. Andrias Høgnason Eriksen, liðskipari hjá Føroyum sigur við heimasíðuna hjá FSF, at teir helst vilja enda við at geva Bill ein sigur.

- Bill hevur verið við til at ment nógvar A-landsliðsleikarar, og eg haldi at tað er upp á sítt pláss, at vit geva alt fyri hann, sigur Andrias H. Eriksen.

Tá Eysturríki og Føroyar fyrr í ár spældu í Wien, endaði dysturin við teprum 1-0 sigri til eysturríkar. Men sjálvt um talan var um ein javnan dyst, so er Andrias kortini ikki í iva um, at tað verður eitt sterkt eysturríkst lið, ið kemur hendan vegin, og at tað er ein stór uppgáva, sum bíðar okkara spælarum.

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Eysturríki verður á Svangaskarði á Toftum í dag klokkan 15.30. Sum vanligt er ókeypis atgongd til landsdystirnar hjá U21-landsliðnum.