Salah Abdesalam hevur ongantíð sagt nakað tá hann hevur verið til avhoyringar í hesum bygninginum í Paris (Mynd: EPA)

Vilja ikki longur verja Paris-álopsmannin

Ingi Samuelsen

12.10.2016 - 08:14

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Teir báðir verjuadvokatarnir hjá Salah Abdesalam, sum er undir illgruna fyri at standa aftanfyri yvirgangsálopið á Paris í november, vilja ikki longur verja hann.

- Vit halda ikki, at hann fer at úttala seg. Vit halda, at hann vil brúka sín rætt til ikki at siga nakað, siga teir báðir, Frank Berton og Sven Mary í eini samrøðu við sjónvarpsstøðina BFMTV.

Salah Abdesalam er einasti eftir á lívi av gerningsmonnunum, sum lupu á Paris í november og drupu 130 fólk.

Hann var mest eftirlýsti maðurin í Evropa eftir álopið. Hann flýggjaði til Brússel og varð handtikin í Molenbeck býarpartinum 18. marts. Í sama øki, har hann er uppvaksin.

27. apríl varð hann fluttur til Fleury-Mergois fongslið í landsynningspartinum av Paris.

Abdesalan hevur fyrr tosað við belgiskar myndugleikar, men framman fyri franska dómaranum hevur hann brúkt rættin til ikki at siga nakað.