Villy Søvndal brennir enn fyri politikki, og nú fer hann at stilla upp aftur í 2017

Villy Søvndal ætlar at gera comeback í Region Syddanmark

Niels Petersen

14.10.2016 - 19:35

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

64 ára gamli Villy Søvndal, fyrrverandi formaður í SF og fyrrverandi uttanríkisráðharri ætlar nú at stilla upp til landspartavalið í 2017, eftir at hava verið heilt burtur úr politikki í trý ár vegna hjartatrupulleikar. Hetta veit Dr.dk at siga.

Villy Søvndal mátti brádliga gevast við politikki í desember í 2013, tá hann fekk blótøpp í hjartað. Men ídni politikkarin brennir veruliga fyri politikki, og følir seg vera komnan væl burturúr støðuni hann var í.

Á netmiðlinum, Altinget verður Søvndal endurgivin fyri at siga, at hann kennir seg kláran til stríðið.

- Nú vil eg brúka mína orku í at tryggja at Region Syddanmark er ein sterkur landspartur, sigur Søvndal millum annað.

Villy Søvndal býr í Region Syddanmark, og tað er har hann hevur sítt bakland, so tað er ikki óhugsandi, at kendi SF- arin aftur verður at síggja í politiska landslagnum eftir landspartavalið í 2017.