Vinningar upp í 50.000 í føroyskum esporti

Sverri Egholm

24.02.2018 - 18:49

Ítróttur > Ítróttur > Esportur

23. mars verður størsta esport kapping í Føroyum sett í gongd. Vinningarnir eru heilt upp í 50.000 krónur.

Deildin í spælinum Counter Strike hevur fingið navnið Elektrondeildin, og er økt úr 6 liðum og upp í 8 lið.

Finalan verður í Hoyvíkshøllini 5. juli, og eftir ætlan verður tað eitt stórt tiltak, tí pláss er fyri heili 300 áskoðarum.

Í stuttum snýr esportur seg um at spæla telduspøl í einum ómetaliga kappingarførum umhvørvi, sum krevur meira kognitivar eginleikar, enn fysiskar, tó at tað er nógv adrenalin í eSporti, eins og í øðrum krevjandi ítrótti. Slóðbrótarirnir í Føroyum er heimasíðan eSport.fo, og tað er eisini heimasíðan, sum skipar fyri kappingini.

- Vit síggja at fleiri fyritøkur og stovnar fáa áhuga fyri eSporti. Bólturin kom veruliga á rull í fjør, tá fyritøkur fyrst byrjaðu at leggja hampuligar peninganøgdir inn í kappingarnar, siga fyriskipararnir.