(Mynd: EPA)

Vinningur av Bitcoins skal gevast upp í skatti

Ingi Samuelsen

30.01.2018 - 09:02

Tíðindi > Pengar > Gjaldoyra

Handil við talgildum gjaldoyra skal gevast upp í skatti. So um tú hevur vunnið pengar við at keypa og selja Bitcoins og onnur slík gjaldoyru, sum t.d. Ripple, Stellar, Dash ella onnur, so skal vinningurin gevast upp á sjálvuppgávuni.

Hesum boðar Taks frá á heimasíðu síni.

Avgerðin byggir á grein 25 í skattalógini, sum sigur, at skattur skal rindast av allari inntøku, um ikki undantøk verða givin í lógini.

Slíkt undantak kann t.d. vera søla av ogn, sum ikki er keypt við víðarisølu ella umbýti fyri eyga. Taks metir tó, at handil við talgildum gjaldoyra primert verður gjørdur við nettupp víðarisølu ella umbýti fyri eyga, og undantakið er tí ikki galdandi fyri slíkan handil, sum sostatt er skattskyldigur, staðfestir Taks.

Skal útveganarvirðið dragast frá søluvirðinum, so at bert nettovinningurin verður skattaður, skulu útveganarvirðið og søluvirðið skjalprógvast.