Frá trygdarskeiði á Trygdardeplinum við Áir nú um dagarnar. Myndatøka Jan Müller/oljan.fo

Vinnuháskúlin fingið yvirlivilsisbúnar frá Bourbon Offshore



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

27.03.2014 - 14:52

Oljan > Olja > Oljan og Føroyar


Norska frálandafelagið, Bourbon Offshore Norway, lat herfyri Trygdardeplinum við Áir 60 yvirlivilsisbúnar at brúka á trygdarskeiðum, sum Vinnuháskúlin skipar fyri. Og nú um dagarnar vóru búnarnir royndir. Bourbon, sum telist millum tey størstu frálandareiðaríini í heiminum hevur í dag millu 70 og 80 føroyingar í starvi og sær felagið fegið, at øll framtíðar trygdarskeið kunnu verða tikin í Føroyum.

Stórur vøkstur

Síðani frálandavinnan tók dyk á seg í okkara grannalondum eru krøvini til trygd vaksin og harvið eisini tørvurin á trygdarskeiðum ol. skeiðum. Fyrr máttu okkara sjófólk taka mong av kravdu skeiðunum í útlandinum, og hevði hetta stórar útreiðslur og tíðarbrúk við sær. Í dag er nógv broytt. Flestu av skeiðunum kunnu nú takast í Føroyum. Tað eru ikki færri enn tríggir skeiðsútbjóðarar í Føroyum, og teirra millum er Vinnuháskúlin. Oljan. fo hevur vitjað á Trygdardeplinum við Áir.

Stórur partur av skeiðsvirkseminum hjá Vinnuháskúlanum fer fram á Trygdardeplinum við Áir, eisini kendur sum brandskúlin við Áir. Her arbeiða í dag seks fólk, sum taka sær av skeiðum fyri bæði sjómonnum, brandmonnum og sum nakað nýtt eisini fólki, sum arbeiða í eitt nú alivinnuni og ferðavinnuni. Deildarleiðari er Signheðin Davidsen, sum hevur arbeitt har í skjótt 30 ár.

Skeið í eldsløkking vórðu frá fyrstan tíð hildin aðrastaðni undir Maskin- og Sjómansskúlunum, og seinni er hetta víðkað til trygdarskeið í breiðari merking. Tey vanligu trygdarskeiðini fyri sjófólk, sum Føroya Sjómansskúli hevur hildið síðan 1973, vóru í 2010 flutt norð á Trygdardepilin við Áir. Hesi umframt skeið í medisinskari 1. hjálp og nýtslu av bjargingarbátum, hevur økt nógv um skeiðsvirksemið. Tørvurin er so vaksin, her ikki minst orsakað av stóra vøkstrinum í frálandavinnuni og teimum nógv herdu krøvunum til trygd serstakliga innan offshorevinnuna. Eisini innan alivinnuna og ferðavinnuna eru nú størri krøv til trygdarskeið. Seinastu árini eru krøvini til uppdatering eisini vorðin strangari.

Stóra tilgongdin til sjóvinnuskúlarnar hevur eisini við sær, at tørvurin á trygdarskeiðum veksur. Ongantið áður hava so nógv søkt inn á Vinnuháskúlan sum nú, knappliga 300 næmingar ganga á Vinnuháskúlanum í dag. Ein orsøkin heldur Wilhelm Petersen, stjóri vera stóru møguleikarnar í frálandavinnuni við høgum lønum, nógvari frítíð og skipaðum viðurskiftum. Og útlitinum til eitt meira skipað familjulív.

Ongantíð áður hevur verið so nógv virksemi á Trygdardeplinum við Áir sum nú. Fram til 15. mars hava verið 272 fólk á skeiði. Alt árið í fjør vóru 806. Í 2012 var talið 764. So tað bara økist og økist. Millum nýggju skeiðini er skeið, sum serstakliga norsk reiðarí og myndugleikar krevja, og tað er endurnýggjan av sokallaðum IMO-80 skeiðum, eisini nevnd ”Videregående sikkerhetskurs”. Hetta er eitt trygdarskeið fyri yvirmenn, í tí liggja 3 STCW skeið, nevniliga: Eldsløkking fyri skipsyvirmenn, bátaføraraskeið og medisinsk fyrstahjálp.

Tað, sum fyllir mest í luttakaraskarðanum er tó skeið í eldsløkking fyri sjófólk.

Hóast nógv framstig eru hend seinastu árini á trygdarskeiðsøkinum, so restar enn nakað í, til øll trygdarskeiðini kunnu takast í Føroyum. Og tað eru ikki bara vit føroyingar, sum helst síggja, at øll skeið verða hildin í Føroyum. Eisini útlendsk frálandareiðarí, ið hava nógvar føroyingar í starvi, síggja fram til, at føroyskir sjómenn kunnu taka øll trygdarskeiðini í Føroyum, og tað vilja hesi eisini fegin vera við til at bøta um.

Eitt tað størsta frálandareiðaríið í Norra er Bourbon Offshore Norway. Har arbeiða í dag einir 80 føroyingar, sum javnan skulu á skúlabonk at endurnýggja síni trygdarskeið. Leiðslan í norska Bourbon, sum oljan.fo skilur er sera fegin um føroysku arbeiðsmegina, sær gjarna eins og føroyska undirvísingarverkið, at øll kravd trygdarskeið kunnu takast í Føroyum.

Tað var so eisini í hesum anda, at leiðslan í Bourbon herfyri gjørdi av at lata Trygdardeplinum við Áir, sum er partur av Vinnuháskúlanum í Havn, 60 nýggjar yvirlivilsisbúnar til eitt samlað virði uppá góða fjórðingsmillión kr.

Hesir búnar eru nú partur av útbúnaðinum á Trygdardeplinum við Áir og er stjórin har, Signheðin Davidsen sera fegin um gávuna frá norska reiðaríinum. Hetta er við til at nútímansgera og betra um skeiðini, sum verða hildin fyri sjómonnum og her ikki minst teimum mongu føoroyingunum, sum arbeiða ella ætla sær arbeiði í frálandavinnuni.

Oljan.fo vitjaði við Áir nú um dagarnar saman við nýggja stjóranum á Vinnuháskúlanum, Wilhelm Petersen, sum hevur brúkt hesa fyrstu tíðina í nýggja starvinum at kunna seg við alt tað áhugaverda og fjølbroyttta virksemið á skúlanum, ið eisini fevnir um Trygdardepilin við Áir.

Wilhelm Petersen er eins og starvsfelagin Signheðin Davidsen fegin um gongdina á skeiðsøkinum og heldur fyri, at gávan frá Bourbon kemur eisini væl við hjá teimum. Tað er ikki óvanligt, at fyritøkur í hesi vinnu, hvørs tilverugrundarlag er nær tengt at einum góðum útbúgvingarverki á høgum støði, lata skúlum og skeiðsdeplum stuðul av ymsum slag, oftani útgerð, sum sjómenn seinni koma út fyri at skula brúka í veruliga arbeiðinum umborð á frálandaskipum. Gott dømi um slíka gávu er stóri simulatorurin, sum borifelagið Cosl nøkur ár herfyri lat ”Stavanger Tekniske Offshoreskole” at brúka í undirvísingini av fólki, sum ætla at arbeiða á boripallum.

Bourbon – ein frálandarisi

Frálandareiðaríið Bourbon í Norra man vera ein tann størsti arbeiðsgevarin hjá føroyingum innan offshore-vinnuna, har teir fyrstu av føroyingunum hava arbeitt fyri reiðaríið síðani miðskeiðis í 90-unum, fyrst hjá Havila ASA, og síðani í Bourbon Offshore Norway, eftir at Havila ASA bleiv uppkeypt av táverandi franska Bourbon Offshore risanum. Hetta mundi vera fyri 10 árum síðani, og nú táttar føroyski parturin av Bourbon manningini í 80 persónar, har flestu eru yvirmenn antin á brúnni ella í maskinini.

Og hetta relativt stóra tal av føroyskum sjófólki í Bourbon hevur so m.a. gjørt, at fyritøkan herfyri gjørdi av at lata yvirlivilssisbúnar í gávu til Vinnuháskúlan.

Við hesi gávu ynskir Bourbon at vera við til at stuðla skeiðvirksemi her á landi við vón um, at sum flest av føroysku sjómonnunum kunnu fáa neyðugu trygdar- og kunningarskeiðini í Føroyum.

Hetta merkir, at rakstrarútreiðslurnar hjá fyritøku sum Bournbon kunnu minkast umframt, at føroyingar gerast meira kappingarførir mótvegis øðrum sjómonnum altjóða, sum kappast verður við og sum so aftur gevur íkast til vinnu á landi í Føroyum. Aðrir fyrimunir eru, at okkara sjófólk missa sum minst av teirra dýrabaru frítíð við at hava offshore relaterað skeiðstilboð i Føroyum og harvið tilsvarandi minni ferðaútreiðslum.

Sum skilst hava føroysku yvirmenninir í Bourbon sera gott samstarv við sínar norsku starvsfelagar og ynskja at kappast við teir á sama lønargrundarlagi. Føroyingarnir við Bourbon-skipunum eru sera væl nøgdir við arbeiðsumstøðurnar annars hjá Bourbon Offshore Norway skilur oljan.fo

Í dag er fyritøkan ein av størstu aktørum innan offshore servicevinnuna og hevur Bourbon staðið fyri eini umfevnandi útbygging síðani 2003, har flestu skipini eru bygd í Kina.

I fjør gjørdi Bourbon eina «Sale & Lease back» avtalu við ein kinesiskan banka, sum fevndi um 51 skip. Tankin við hesari strategi var endurfígging og at gjalda niður skuld umframt, at henda strategi eisini fevnir um fígging og víðari vøkstur av reiðaríinum.

Tað eru so eisini nakrir føroyingar, sum hava verið partur av prosjekt-uppfylging í Kina síðani 2008 til 2013, og uppaftur fleiri sigla nú við hesum skipum. Tað nýggjasta er, at Bourbon fór undir bygging av einum størri akkershandlara av VARD design-slagnum. Føroyingar eru eisini partur av hesi verkætlan.

Tað er greitt, at mongu føroyingarnir, sum arbeiða hjá Bourbon Offshore Norway, eru fegnir um, at reiðaríið, sum ein tann størsti arbeiðsgevarin innan norsku frálandavinnuna, er við til at útvega føroyingum arbeiði og harvið víðka um teirra kompetansur.

Í hesum sambandi hevur tað eisini stóran týdning at víðka og betra um skeiðstilboðini í Føroyum, og her hevur eitt nú Vinnuháskúlin stóran týdning – hetta til frama fyri núverandi og komandi sjómenn, eins og arbeiðsskapandi størv og kompentansu á landi eisini.

(Lesið eisini viðmerkingar frá stjóranum í Boubon og stjóranu á Vinnuháskúlanum í komandi greinum)

Meira fæst at vita um Bourbon samtakið á hesum heimasíðunum: http://www.bourbon-online.com/en og http://www.bourbon-offshore.no/.