Ein fegin Vinnuháskúlastjóri, Wilhelm Petersen, saman við Louisu Fjallsbak frá Statoil Føroyar, ið hevur latið skúlanum framkomnan maskinrúmssimulator. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Vinnuháskúlin maskinrúmsimulator frá Statoil


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

18.08.2015 - 08:39

Oljan > Olja > Frálandavinna

Mánadagurin 17. august mundi vera ein tann frægasti  sólskinsdagurin í ár. Og fyri Vinnuháskúlan í Havn var dagurin meira enn bara ein vanligur sólskinsdagur. Hann var av sonnum ein fagnaðardagur, tí henda dag tók skúlin enn eitt týðandi stig inn í martitimu føroysku framtíðina.

Í sambandi við at maskinrúmssimulatorurin á Vinnuháskúlanum er útbygdur við 3D simulering av maskinrúmum, varðmóttøka í hølum Vinnuháskúlans undir Krákugjógv, har høvið varð hjá innbodnum, lærarum oø. at síggja hetta fyri skúlan so týðandi undirvísingaramboðið.

Talan er um nýggjan og sera framkomnan simulator, ið verður nýttur á universitetum og hægri lærustovnum til frálæru/venjingar og skeiðvirksemi innan maskinøkið.

Við stuðuli frá Statoil Føroyar hevur tað eydnast skúlanum at ogna sær nýggja simulatorin, ið heilt givið fer at gera undirvísingina uppaftur meira hugaliga og spennandi fyri bæði næmingar og lærarar.

Í sambandi við móttøkuna nýtti Wilhelm Petersen, stjóri, høvi at greiða frá hesum nýbrotinum í virksemi Vinnuháskúlans og takkaði hann Statoil fyri at hava gjørt hetta møguligt.