Alfred Olsen, Sambandsflokkurin, er formaður í Vinnunevndini.

Vinnunevndin farin undir viðgerðina av uppskotinum um fiskidagar

Kaj Joensen

08.08.2014 - 00:24

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Vinnunevnd løgtingsins er farin undir nevndarviðgerðina av uppskotinum um fiskidagatalið næsta ár.

Reiðarafelagið, manningarfeløgini, fiskidaganevndin og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur verið á fundi við Vinnunevndina í dag. Við sær á fund hevði landsstýrismaðurin umboð fyri Vørn og Havstovuna.

Drúgt orðaskiftið hevur verið um fiskidagarnar. Jacob Vestergaard mælir til, at fiskidagarnir verða ikki skerdir næsta ár, soleiðis sum Havstovan mælir til.

Uppskotið skal í seinasta lagið verða samtykt 18. august. Onnur viðgerð av uppskotinum verður 13. august og møgulig triðja viðgerð verður 15. august.