Vípan frá Støkk (Mynd: Hanna Vang)

Vípan ársins seriu og Alek ársins venjari

Sverri Egholm

03.06.2017 - 20:54

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Ársins venjari hjá monnum í amboðsfimleiki varð Alek Ramezanpou úr Fimleikafelagnum Ljósið. Hann varð nevndur sum ein fantastiskur, nærlagdur venjari.

- Vit eru eitt gott toymi, eg og mítt lið. Vit hava allir gjørt okkara besta, og eg haldi, teir hava gjørt sera stór framstig seinastu tvey árini. Hetta er fantastiskt. Bæði fyri meg, fyri mítt lið og fyri alt felagið.

Tær duga at draga áskoðaran við, og vísa orku og yvirskot. Soleiðis varð sagt um Vípuna frá Støkk, sum vann ársins seriu.