Vípan hjá Støkk víðari til finalu í Eysturríki



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

14.04.2018 - 21:55

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Kvinnuunglingar Vípan hjá Støkk hava í dag kvalifiserað seg til finaluna í World and Challenge Cup II í estetiskum fimleiki í Graz í Eysturríki.

Í innleiðandi umfarinum fyri kvinnuunglingar kappaðist Vípan í móti 21 øðrum liðum úr øllum heiminum. Tær fingu 14,90 stig fyri sína framførslu, og tryggjaðu tær sær sum einasta føroyska lið pláss í finaluni, sum verður í morgin sunnudagin 15. apríl. Eina úr Havnar Fimleikafelag luttók eisini i kappingini.

Í kappingini fyri kvinnur luttók Hydra úr Ljósinum og Hulda úr Havnar Fimleikafelag.

Finalan byrjar í morgin klokkan 12 føroyska tíð og kann stroymast á www.agg-graz.com.

Vípan verður á gólvinum áleið klokkan 12:45.

Myndin
Frá vinstru: Sandra Hansen, Miriam Jákupsdóttir Johansen, Rósa Hansen, Heidi Napoleonsdóttir Jacobsen, Elsa Maria Hansen, Beinta Gaardbo, Bjørk Nolsøe, Sunnvá Weihe Johannesen, Rósa Hanusardóttir á Lógv.

Venjarar eru: Ásleyg Toftegaard og Debora Ingvarsdóttir Stauss.

Koreografur er: Antton Laine.