Liðið hjá Vípuni frá vinstru: Rósa Hanusardóttir á Lógv, Miriam Jákupsdóttir Johansen, Beinta Gaardbo, Rósa Hansen, Elsa Maria Hansen, Heidi Napoleonsdóttir Jacobsen, Bjørk Nolsøe, Sunnvá Weihe Johannesen og Sandra Hansen.

Vípan úr Støkk millum heimsins bestu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Alda Nielsdóttir

10.06.2018 - 17:18

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

HM-finalan í estetiskum fimleiki var í dag hildin í Budapast í Ungarn. Sum tað einasta føroyska liðið, megnaði Vípan úr fimleikafelagnum Støkk í gjár at koma víðari í finaluna við stigatalinum 14,9. Í dag fingu tær 15,55 stig, ið er hægsta stigatalið, eitt føroyskt kvinnuunglingalið nakrantíð hevur fingið til HM.

Vípan endaði við samanlagda stigatalinum 30,45 á einum 10. plássi.

30 lið úr øllum heiminum luttóku í kvinnuunglingakappingini, og í kvinnukappingini luttóku 34 lið. Vinnarar av bæði kvinnu- og kvinnuunglingakappingini gjørdist Russland í harðari kapping við Finnland.

Fimm lið úr Føroyum luttóku í kappingini, tvey kvinnulið og trý kvinnuunglingalið.

Í Kvinnuunglingakappingini endaði Vípan úr Støkk á 10. plássi, Eina úr HF á 19. plássi, og Nora úr HF á 20. plássi.

Í kvinnukappingini endaðu Hydra úr Ljósinum á einum 22. plássi, og Hulda úr HF á 27. plássi.