Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost. Mynd: Jógvan H. Gardar

Virði á Bakkafrost farið uppum 13 milliardir

Jógvan Hugo Gardar

30.09.2015 - 07:37

>

Í morgun verður Bakkafrost-partabrævið selt fyri millum 266 og 268 norskar krónur fyri hvørt partabræv. Hetta eru nýggj met. Ongantíð eru partabrøvini hja Bakkafrost seld fyri so nógv, og gongdin síðani valið í Føroyum hevur verið at virði er hækkað javnt. Dagin eftir løgtingsvalið lækkaði prísurin til 241,50 norskar krónur, men síðani hevur prísurin ikki verið niðanfyri 245 krónur. Í hesi vikuni hevur prísurin tikið seg upp á eina enn hægri príslegu, og hevur síðani fríggjadaginligið omanfyri 263 krónur.

Í morgun hevur so prísurin tikið enn eitt fet upp, og liggur nú millum 266 og 268 norskar krónur. Hetta merkir at samlava virði á Bakkafrosti sambært keypsskálanum í Oslo nú er farið uppum 13 milliardir krónur, ella 10,5 milliardir danskar krónur.

Bakkafrost er í dag tíggjuferðir so nógv vert, sum tað var tá yritøkan fór á Oslo Børs í mars 2010.